Hjá Petur Larsen hevur juli ikki verið friðarligur, hóast hetta er tíðin flest øll halda summarfrí. Sum partur av tænastusáttmála millum Petur Larsen og Royal Greenland hava tveir montørar frá Petur Larsen verið í Grønlandi fyri at gera viðlíkahaldsarbeiði á BAADER maskinum. Á hesum túrinum hava tveir montørar frá Petur Larsen verið víða um í Grønlandi. Teir hava vitja í Maniitsoq, Sisimiut, Kangaatsiaq, Paamiut, Qaqortoq og Nanortalik.

Viðlíkahald av BAADER maskinum

Á túrinum hava Atli og Rajmund umvælt og justera fleiri BAADER 189 og BAADER 184 flakamaskinur, BAADER 51 skrædlarar og eina BAADER 192 í Maniitsoq.

Tænastusáttmáli tryggjar betri rakstrarúrslit

BAADER montørar frá Petur Larsen vitja regluliga í Grønlandi, tí Royal Greenland hevur tænastusáttmála við Petur Larsen. Hetta merkir at Petur Larsen tekur sær av øllum viðlíkahaldsarbeiði av øllum BAADER maskinum Royal Greenland eigur. Við slíkari tænastu tryggjar Royal Greenland sær betri rakstrarúrslit, av tí at regluligt viðlíkahald bæði tryggjar færri framleiðslusteðgir og betri úrtøku.

2017-08-09T04:08:12+00:00
Go to Top