Í dag eru deilir frá einum BAADER 343 avhøvdara umvældir og verða monterað aftur á maskinuna, ið stendur á Glyvrum hjá Bakkafrost. Lutirnir vóru fyrr í vikuni tiknir av maskinuni á Bakkafrost og umvældir á verkstaðnum hjá Petur Larsen í Fuglafirði.

“Plássið er ikki altíð tað besta har maskinurnar standa, so tí hava vit tikið lutirnar – ið krevja viðlíkahaldsarbeiði – av. Á smiðjuni í Fuglafiðri liggur væl fyri at fáa arbeiðið avgreitt”, sigur Jan N. Olsen, BAADER montørur.

Maskinan klár í dag

Teir báðir, Álvur Jøkladal og Jan N. Olsen eru í dag farnir út til Bakkafrost, har allir lutirnir verða settir á aftur maskinuna. Gongur alt sum ætlað, verður maskinan klár til framleiðslu seinni í dag. Tað eru ymiskir slit-lutir, ið eru skiftir á maskinuni. Talan er um búsningar, kardanlið, legur og aðrar smálutir.

2017-08-09T04:08:11+00:00
Go to Top