Í seinastu viku vóru Atli og Jan úti á Faroe Origin á Toftum fyri at montera ymiskar deilir og motorin á einar BAADER 189 maskinu. Maskinan er umvæld meðan virkið hevur ligið stilt vegna summarferiu. Flakamaskin er nú klár, tá virksemi aftur byrjar á virkinum hjá Faroe Orign á Toftum.

Umvæla BAADER 51 skrædlara

Hesa vikuna verða skrædlarar á Faroe Orign í Runavík umvældir. Hetta arbeiðið verður framt, meðan flakavirkið er ígongd.

Tænastusáttmáli tryggjar úrtøku

Arbeiði á Faroe Orign er partur av tænastusáttmála, ið Faroe Orign hevur gjørt við Petur Larsen. Við einum tænastusáttmála syrgir Petur Larsen fyri, at allar maskinur fáa tað neyðuga viðlíkahaldi. Hetta tryggjar fyritøkuni færri framleiðslusteðgir og betrar um úrtøkuna.

2017-08-09T04:08:14+00:00
Go to Top