Fyrr í mánaðinum vóru tvey umboð fyri Petur Larsen í Murmansk í samband við at Sendistova Føroya í Russlandi skipaði fyri einum tiltaki, ið hevði til endamáls at greiða russum frá um vørur og tænastur føroyingar og føroyskar fyritøkur kunnu bjóða russum.

Johnny Klein Olsen – Framleiðsluleiðari fyri Petur Larsen – ið var við á túrinum greiðir frá, at tað var ein spennandi túrur, ið gav gott innlit í russiska fiskiíðnaðin. “Einki ítøkiligt er á borðinum í løtuni, men vit hava fingið samband við onkrar áhugaverdar persónar í russisku fiskuvinnuni, og vit ætla okkum miðvíst at arbeiða fyri at fáa okkurt ítøkiligt burturúr,” sigur Johnny Klein Olsen.

Albert Ellefsen – Fíggjarleiðari hjá Petur Larsen – var eisini við á túrinum. Hann greiðir frá, at Petur Larsen hevur áhugaverdar vørur og kann bjóða tænastur, ið passa væl til russiska fiskiíðnaðin.

2017-08-09T04:08:19+00:00
Go to Top