Nógvar eru tær í tali; brúktu BAADER maskinurnar, ið síðan fyritøkan var stovnað í 1971, hava verið í hondunum hjá okkum til viðlíkahald ella endurbygging. Maskinur, ið komu inn í ringum standi og fóru útaftur, klárar til framleiðslu á flakavirkjum og skipum. Tað er hóast alt tað, vit duga best: At umvæla og viðlíkahalda maskinur til ali- og fiskivinnuna.

Børnini hjá skómakarunum ganga skóleys

Við allari orkuni málrættað kundunum hjá Petur Larsen er tað skjótt, at egnu tørvir ikki verða mettaðir. Soleiðis hevur tað verið hjá fyritøkuni. “Tað er nú broytt, og loksins hava vit sett sjóneykuna á bygnaðin í fyritøkuni, gjørt eina nýggja strategi og dagført samleikan”, sigur Rógvi Róin, stjóri hjá Petur Larsen.

Fyri tykkum. Hvønn morgun.

Við hvestu strategiini er greitt, at Petur Larsen nú bara savnar seg um ali- og fiskivinnuna. Petur Larsen byrjaði sum ein fyritøka, ið seldi eykalutir og umvældi maskinur til fiskivinnuna. Sum árini eru gingin, er virksemið vaksið, og fleiri ymiskar uppgávur eru endaðar á gólvinum hjá Petur Larsen.

“Um vit skulu kunnu røkka okkara málum, ið vit hava sett í okkara nýggju strategi, er tað týdningarmikið, at vit savna okkum um tað, vit eru best til; og tað er vørur og tænastur til fiskiídnaðin”, sigur Rógvi Róin.

Fyri tykkum. Hvønn morgun, er nýggja slagorðið, ið fylgir við nýggja samleikanum hjá Petur Larsen.

“Tað hevur týdning, at vit vita, hví vit fara til arbeiðis hvønn morgun. Nýggja slagorðið er ein áminning til okkum sjálv og eitt lyfti til okkara kundar. Vit fara til arbeiðis hvønn morgun, tí vit ynskja, at okkara kundar skulu hava framgongd,” sigur Rógvi Róin, stjóri á Petur Larsen.

Nýtt búmerki

Búmerki hjá Petur Larsen

Nýggja búmerki, ið smiðirnir hjá Petur Larsen hava framleitt úr stáli

Eyðun Eliasen, ið eigur fyritøkuna, EYA, hevur gjørt nýggja búmerkið hjá Petur Larsen. Tilgongdin byrjaði í seinnu helvt av 2015, tá Eyðun Eliasen var biðin um at koma við einum boði uppá eitt nýtt búmerki.

Nýggja búmerkið er framleitt út frá av kjarnuvirðum hjá Petur Larsen, sum eru álit, dygdarhandverk, neyvleiki og góðska.

“Tað var ein avbjóðing at sniðgeva eitt búmerki til eina fyritøku, ið arbeiðir við tungum maskinum, samstundis sum arbeiðið krevur ein neyvleika niður til millimeturin,” sigur Eyðun Eliasen og leggur aftrat, at hann hevði eitt ynski um at skapa eitt búmerki, ið var gjørt úr tilfari, Petur Larsen brúkar í gerandisdegnum.

Nýggja búmerkið brúkar forbókstavirnar í navninum Petur Larsen, ið stovnaði fyritøkuna við sama navni. Búmerkið er gjørt í einum 3D-sniði og endurgevur bókstavirnar P og L skornar í ein stálklossa. Litirnir endurspegla stálið og sjógvin.

Eyðun Eliasen

Eyðun Eliasen hevur sniðgivið nýggja búmerkið

Rógvi Róin sigur, at nýggja búmerkið er eitt greitt tekin um, at fyritøkan hevur eina nýggja strategi og eitt skerpað fokus.

Fyri tykkum. Hvønn morgun, sum slagorðið greitt sigur.

2017-08-09T04:08:18+00:00
Go to Top