Petur Larsen og Høgni Kjeld hava selt nýggjar flótibrýr til Fuglafjarða kommunu. Gomlu flótibrúgvarnar vóru settar upp miðskeiðis í 80’inum og vóru nú í so ringum standi, at tíðin var búgvin, til at fáa skift tær út.
Petur Larsen – saman við Høgna Kjeld – standa fyri arbeiðnum at fáa sett nýggju brúgvarnar. Sjálvar brúgvarnar eru framleiddar í Svøríki.
Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafirði sigur til in.fo, at samstarvið millum kommununa og fyritøkurnar báðar hevur virka fyrimyndarliga væl.




