Í vikuni var nýggja maskinan, ein Fomaco M3 saltsproyta, tikin í nýtslu hjá Sandoy Seafood. Nýggja maskinan er bundin saman við teirra núverandi lagur- og køliskipan.
Nýggja Fomaco saltsproytan tryggjar Sandoy Seafood eina betri úrtøku og størri framleiðslu kapasitet.
Vit ynskja Sandoy Seafood hjartaliga til lukku við nýggju maskinuni.




