Starvslýsing2019-10-10T07:41:17+00:00

STARVSLÝSING:

ROYNDUR MASKINSMIÐUR TIL PETUR LARSEN

Hevur tú í minsta lagi 15 ára royndir í yrkinum sum maskinsmiður, er hetta møguliga eitt starv til tín.

Vit leita eftir einum maskinsmiði, sum hevur roynt eitt sindur av hvørjum og kann arbeiða sjálvstøðugt. Vit vænta, at tú:

  • hevur fakligt sjálvsálit og gott handalag.
  • ert von/vanur at arbeiða við dreyibonki og fresara
  • ert fakliga forvitin, kreativ/ur og dugir at skifta ímillum heildarmynd og smálutir í tínum dagliga virki.

Tú verður ein virkin viðleikari í at tryggja høga góðskustøðið í smiðjuni. Uppgávurnar eru millum annað:

  • Framleiðsla av eykalutum
  • Framleiðsla av m.a. transportbondum, stativum, sliskum o.ø. í høvuðsheitum er talan um rustfrítt arbeiði.
  • Umvæling av maskinum

UM PETUR LARSEN

Tá tú arbeiðir hjá okkum, eru góðir møguleikar fyri fakligari og persónligari menning í einum jaligum arbeiðsumhvørvi við eftirlønar-, tryggingar- og matarskipan, viðgerðartrygd og eini kappingarføri løn. Harafturat kunnu vit reypa av, at Petur Larsen er einasti góðkendi BAADER-tænastupartnarin í heiminum.

Tí gerst tú partur av toyminum hjá einum av heimsins fremstu maskin- og útgerðarframleiðarum til fiskivinnuna.

Vit leggja ALLAN dent á at veita ALLARBESTU góðsku til kundar okkara – her heima og í útlandinum.

Heldur tú framvegis, at hetta er nakað fyri teg, so søk starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri.

Umsóknarfreistin er mánadagin 21. oktober 2019.

Johnny Klein
Johnny Klein Frameiðsluleiðari
TLF. (+298) 739334

HEVUR TÚ SPURNINGAR UM STARVIÐ?

    Go to Top