
HEVUR TÚ STÝR Á TINGUNUM?
Í LÆRU SUM LOGISTIK ATSTØÐINGUR
Við útbúgvingini sum logistik atstøðingur hevur tú førleikar, ið kunnu geva tær góðar starvsmøguleikar innan út- og innflutning í íðnaðarfyritøkum. Eisini gevur útbúgvingin tær millum annað atgongd til at lesa víðari til handilsøkonom ella logistikøkonom.
- Tímir tú væl at fáast við fólk, og veita góða tænastu?
- At samskifta og samstarva við veitarar úr Føroyum, Danmark og øðrum londum?
- Ert tú góður til at fara til verka systematiskt og setur æru í, at ting hava sítt pláss?
- Tímir tú væl at arbeiða við bókhaldsskipanum og halda stýr á bókingum?
- Dámar tær væl at tað er ruddiligt og reint rundan um teg?
Um tú kanst kanst siga ja til øll hesi punkt, so er læruplássið sum logistik atstøðingur heilt víst nakað fyri teg.
Tann hepni, ið fær starvið, verður partur av einum jaligum toymi, sum hvønn morgun fer til arbeiðs fyri at veita bestu tænastuna til okkara kundar. Tú fært eitt sjálvstøðugt og mennandi lærupláss, við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og avbjóðingum.
Um Petur Larsen
Tá tú arbeiðir hjá okkum lærir tú eina rúgvu – um fakið og teg sjálva/n. Hetta er eitt óhátíðarligt arbeiðsumhvørvi, har tínir starvsfelagir eru niðri á jørðini – samstundis sum arbeiðið verður tikið í ramasta álvara. Og sjálvandi bjóða vit tær eftirlønar-, trygginar- og matarskipan. Harafturat kunnu vit reypa av, at Petur Larsen er einasti góðkendi BAADER-tænastupartnarin í heiminum.
Og hevur tú lisið heilt her oman, so kunnu vit tað sama koma til stykkis: søk starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri.
GG: Umsóknarfreistin er 15. juli 2019
