Nýtt er gott, men ikki altíð. Ein av avbjóðingunum, ið BAADER montørarnir hjá Petur Larsen javnan standa við, er at taka støði til nær ein stakdeilur skal skiftast út ella umvælast. Eitt er hvat betri kann svara seg kostnaðarligt, men tað handlar eisini um, at tað ikki altíð er góður stílur at beina burtur deilir, ið saktans kunnu umvælast. Javnvág má verða í, og í støðuni við hesum BAADER 434 avhøvdarinum, ið Jan stendur við í dag, kann tað betri svara seg at umvæla deilirnar enn at skifta teir út.
“Tað handlar bæði um pengar, um vit eiga deilirnar á goymslu og um hvussu langa tíð tað tekur at gera eina umvæling,” sigur Jan Nolsøe Olsen, ið er BAADER montørur hjá Petur Larsen.
Tað samanum kemur, ynskja vit at veita tað bestu loysnina fyri okkara kunda, og um møguligt eisini endunýta stakdeilir, ið eru ov góðir til at burturbeina.




