Starvslýsing2019-10-10T13:30:18+00:00

STARVSLÝSING:

ÁGRÝTIN MASKINSMIÐUR TIL PETUR LARSEN

Ert tú útbúgvin maskinsmiður, ágrýtin, vælgjørd/ur og dámar, at arbeiðið krevur tann millimeturneyvleika, ið ger, at einki er at seta fingurin á, tá tú hevur gjørt arbeiðið, so er at lesa víðari! Vit leita nevniliga eftir einum maskinsmiði við hesum gávum sum maskinsmiður, er hetta møguliga eitt starv til tín.

Vit leita eftir einum maskinsmiði, sum hevur roynt eitt sindur av hvørjum og kann arbeiða sjálvstøðugt. Vit vænta at tú:

  • Tú hevur fakligt sjálvsálit og gott handalag.
  • Tað er eitt ynski, at tú er von/vanur at arbeiða við rústfríum tilfari.
  • Gott er um tú dugir at dreyga og fresara.
  • Vit vænta, at tú ert fakliga forvitin, kreativ/ur og dugir at skifta í millum heildarmynd og smálutir í tínum dagliga virki.

Tú verður ein virkin viðleikari í at tryggja høga góðskustøðið í smiðjuni. Í høvuðsheitinum eru uppgávurnar rustfrítt arbeiði, m.a. framleiðsla av transportbondum, stativum, sliskum og líknandi uppgávum.

Rætti umsøkjarin hevur góðar møguleikar at gerast partur av tænastutoyminum hjá okkum. Tænastutoymi fæst við at viðlíkahalda og umvæla BAADER maskinur kring heimin, umframt Fomaco og Mosca maskinur her heima.

UM PETUR LARSEN

Tá tú arbeiðir hjá okkum, eru møguleikarnir góðir fyri fakligari og persónligari menning í einum jaligum og óhátíðarligum arbeiðsumhvørvi, har tínir starvsfelagar hava bæði beinini á jørðini – samstundis sum arbeiði verður tikið í ramasta álvara. Og sjálvandi bjóða vit tær eftirlønar-, trygginar- og matarskipan. viðgerðatrygd og eina kappingarføra løn. Harafturat kunnu vit reypa av, at Petur Larsen er einasti góðkendi BAADER-tænastupartnarin í heiminum. Tí gerst tú partur av tænastutoyminum hjá einum av heimsin fremstu maskinframleiðarum til fiskivinnuna.

Vit leggja stóran dent, nei – strika tað, vit leggja ALLAN dent á at veita ALLARBESTU góðsku til kundar okkara – her heima og í útlandinum. So er tað sagt. Og heldur tú framvegis, at hetta er nakað fyri teg: so søk starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri.

Hevur tú okkurt at spyrja um, kanst tú seta teg í samband við Johnny Klein Olsen, framleiðsluleiðara, á tel 73 93 34 ella á johnny@pl.fo.
Umsóknarfreistin er mánadagin 21. oktober 2019. Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

.

Johnny Klein
Johnny Klein Frameiðsluleiðari
Tlf. (+298) 739334

HEVUR TÚ SPURNINGAR UM STARVIÐ?

    Go to Top