
SMIÐJU TÆNASTA
Tín atgongd til serkunnleika og eldhugaða arbeiðsorku frá Petur Larsen.
Vit veita smiðju arbeiði til fiski- og alivinnuna. Vit bjóða tær at viðlíkahalda til tínar maskinur, transportbond, reinskeringsborð ella annað, ið krevur smiðju arbeiðið. Okkara hjarta er í ali- og fiskivinnuni og øll okkara orka liggur í at áhaldandi vinna okkum meiri kunnleika og bjóða tænastur til fiski- og alivinnuna.
Tínir fyrimunir
- Tínar maskinur og amboð eru altíð í góðum standi
- Tú kanst brúka tíðina uppá alt hitt. Viðlíkahaldi taka vit okkum av.
- Fá atgongd til serkunnleika og eldhugaða arbeiðsorku.
Set teg í samband við meg

"Tað er sera týdningarmikið at BAADER flakamaskinurnar skera væl, tí hvørt úrtøkuprosent hevur nógv at siga fyri roknskaparúrslitið. Eg havi arbeitt saman við Atla Larsen frá Petur Larsen síðani 1997. Atli er, eftir mínum tykki, tann dugnaligasti BAADER montørurin í Norðurlondum. Faroe Origin hevur brúkt Petur Larsen byrjan í 2011."

"Vit hava havt eina góða uppliving við Atla Larsen og vilja gjarna viðmæla hann og Petur Larsen P/F. Viðlíkahaldsarbeiði, ið er gjørt á BAADER maskinurnar hevur týðiliga økt um úrtøkuna, virkisføri og framleiðslunøgdina."
