
BAADER TÆNASTA
Visti tú, at regluligt viðlíkahald av tínum BAADER maskinum tryggar tær betri úrtøku?
Við tænastusáttmála frá Petur Larsen kanst tú tryggja tær eina framleiðslu við góðari úrtøku og færri framleiðslusteðgum. Vit veita tænastu til allar BAADER maskinur óansæð hvar maskinan er keypt.
Tínir fyrimunir við einum tænastusáttmála
- Tínar maskinur geva altíð bestu úrtøkuna
- Tú nýtist ikki at hugsa um viðlíkahald av maskinunum; tað gera vit.
- Færri framleiðslusteðgir
Útbúgving til tín
Rætt dagligt viðlíkahald og nýtsla av BAADER maskinum tryggjar tær betri haldbari og eina maskinu, ið virkar betur. Vit viðmæla tær, at taka av okkara útbúgvingartilboði til tíni starvsfólk, ið hava dagligu ábyrgdina av tykkara maskinum.
Tínir fyrimunir við væl útbúnum fólki
- Trygd fyri at tínar maskinur eru í góðum hondum
- Færri framleiðslusteðgir
- Betri úrtøku
YNSKIR TÚ AT VITA MEIRA?

"Tað er sera týdningarmikið at BAADER flakamaskinurnar skera væl, tí hvørt úrtøkuprosent hevur nógv at siga fyri roknskaparúrslitið. Eg havi arbeitt saman við Atla Larsen frá Petur Larsen síðani 1997. Atli er, eftir mínum tykki, tann dugnaligasti BAADER montørurin í Norðurlondum. Faroe Origin hevur brúkt Petur Larsen byrjan í 2011."

"Vit hava havt eina góða uppliving við Atla Larsen og vilja gjarna viðmæla hann og Petur Larsen P/F. Viðlíkahaldsarbeiði, ið er gjørt á BAADER maskinurnar hevur týðiliga økt um úrtøkuna, virkisføri og framleiðslunøgdina."
