Mosca strapp maskinur eru allarhelst ein av teimum mest haldbaru í heiminum. Tær tola, at hvønn dag verða undirdíktar í salti og vatni, uttan at hetta merkist nakað stórvegis fyri hvussu væl markinan avrikar. Men sum við øllum øðrum, so hava hesar maskinur eisini brúk fyri at fáa regluligt viðlíkahald, og aftaná langa tíð, er eisini brúk fyri, at ein tílík maskina, verður eftirhugt og fær eina ordiliga yvirháling.
Her fyri høvdu vit eina slíka Mosca maskinu, ið vit tøku inn á verkstaðið í Fuglafirði. Maskinan hevði 1,64 milliónir strappingar á baki, og hevði brúk fyri at viðlíkahaldi. Vit tóku alla maskinuna sundur og fingu skift ymiskar deilir, ið vóru troyttir eftir trúgva tænastu. Aðrir partar vóru renoveraðir og shinaðir upp. Okkara menn, Kim og David tóku sær av uppgávuni. Úrslitið er ein totalt renovera Mosca maskina, ið aftur er klár til ein gerandis dag, har maskinan verður díkt undir í vætu á einum virki í Føroyum. Tað er sjálvandi í lagi, tí tað er maskinan gjørt til at klára.




