Vit menna loysnir, sum gera, at kundarnir hjá okkum spara orku og vatn og fáa størri vinning.

”Vit skulu ikki talgilda bara fyri at gera tað. Tann talgilda loysning skal brúkast har sum hon gevur best meining, og síðani skal hon mennast, so hon lættliga kann verða lagað eftir tí einstaku maskinuni”. Soleiðis sigur stjórin hjá Petur Larsen.

Matvøruídnaðurin er um nakar ein vinna, sum er í broyting. Umhvørvi, orka- og vatnnýtsla eru í fokus, og samstundis verða krøvini til góðskuna á matvøruni, sum endar hjá brúkaranum, alsamt hægri.

Hvør liður í framleiðskuketuni er undir trýsti av nýhugsan.

Føroyar hava eina áralanga siðvenju við- og vitan um fiskiskap og fiskaframleiðslu, sum fer út til marknaðin í størsta partin av heiminum. Petur Larsen hevur høvuðssæti í Fuglafirði í Føroyum, og fyritøkan verður í dag mett at vera ein av førandi BAADER-serfrøðingunum. Í nærum 50 ár hava service tøkningar, smiðir og útviklarir hjá Petur Larsen staðið fyri at viðlíkahalda, selja og bøta um fiskaframleiðslumaskinurnar. Vit arbeiða saman við fiskaframleiðarum í londum so sum Danmark, Grønlandi, Póllandi, USA, Kanada og í restina av heiminum.

Talgildar loysnir til framtíðar krøv

Tað er nú týðiligt, at broytingarnar og krøvini, sum tíðin ber við sær, hava týdning hjá tí einkulta fiskaframleiðaranum.

”Vit síggja, at umhvørvisgóðkenning og ein sparin vatn- og elnýtsla er neyðug fyri fiskaframleiðarar. Og hetta er galdandi fyri kundarnar hjá okkum í øllum heiminnum. Øll skulu menna framleiðsluna, og til tað er ein talgild loysn ein góð hjálp,” sigur Rógvi Róin, stjóri hjá Petur Larsen.

Hjá Petur Larsen eru tey kend fyri at vera tilstaðar hjá kundunum í fyritøkuni kring allan heimin. Tøkningarnir og serfrøðingarnir hava teirra dagliga gongd hjá kundunum og kenna framleiðslukorini hjá tí einkulta kundanum.

”Vit kenna hvørja høll, har sum maskinurnar standa, og vit vita, hvussu ymisk framleiðsluviðurskiftini eru. Hetta er eyðkent hjá okkum – og eitt serligt virði,” sigur Rógvi Róin.

Júst tí hevur Petur Larsen eisini siðvenju fyri at framleiða nýggjar loysnir, sum kunnu setast á- og nýtast í teimum verandi maskinunum, sum eru í samstarvi við fiskaframleiðararnar.

digital upgrade for fish processing machines

Ikki bara talgilda fyri at talgilda

”Tað, sum vit í løtuni fokusera uppá, er millum annað talgilding, tí at júst talgilding er ein lykil til at betra um mannagongdirnar. Vit skulu ikki bara talgilda fyri at talgilda. Tað skal gerast har sum tað gevur meining. Og so skal tað mennast á ein hátt, sum ger tað lætt at sameina við tí einstaku maskinuna,” sigur Rógvi Róin.

Í samstarvi við Schneider Electrics menti Petur Larsen í oktobur 2018 Intelligence Kit. Ein talgild menning av teirri mekanisku hágóðsku maskinuni BAADER 184. Í dag kan hon setast á- og nýtast til eina røð av fiskaframleiðslumaskinur – av fleiri merkjum.

Tá Intelligence Kit er sett á, er tað møguligt at hava eftirlit við vatn- og streymnýtsluni. Tað er møguligt at tillagað mongdina av vatni, sum verður nýtt og at stilla nýtsluna av knívunum, sum ikki skulu koyra, tá tað verður vaskað.

digital upgrade for fish processing machines

Sjálvvirkandi steðgur minkar um orkunýtsluna

Við tað, at maskinan steðgar av sær sjálvum, um hon til dømis koyrir uttan fisk, er ein lág orkunýtsla tryggjað. Harafturat verður fiskurin, sum fer gjøgnum maskinuna, máldur og allir upplýsingarnir um fiskin verða goymdir í einari ský-grundaðari loysn, sum ger, at upplýsingarnir eru atkomuligir allastaðni.

Við Intelligence Kit fær man nágreiniligt innlit í allar liðir í framleiðsluni. Tað er møguligt at máta vatn- og orkunýtsluna per framleiddan fisk, og frá einum yvirlitsskíggja ber til at stýra og hava eftirlit við aðrar maskinur í hvørjum framleiðsluliði. Hetta kann til dømis vera flutningsband og vatnførningurin.

Ein stórur møguleiki

Intelligence Kit er longu installerað hjá lokalum kundum í Føroyum, og fleiri støð í heiminum verður gjørt klárt at installerað Intelligence Kit.

”Vit síggja nógvar møguleikar í Intelligence Kit. Vit hava brúkt nógvar tímar uppá at menna tað, og hetta hevur verið gjørt í tøttum samstarvi við fleiri av okkara kundum. Tí hetta er framtíðin. Tó skal tað sigast, at tað, sum hevur alstóran týdning hjá okkum, er at tað gevur meining hjá okkara kundum – bæði í mun til prís og íløgur og so eisini til tær maskinurnar, sum tey longu eiga,” sigur Rógvi Róin.

Intelligence Kit kann installerast á tær flestu maskinurnar. Royn okkara simulator her so tú kanst síggja, hvussu Intelligence Kit riggar.

Intelligence Kit

– talgildur intelligensur, sum økir um yvirskotið

· Leingir livitíðina hjá tí einstaku maskinuni

· Minni slit og færri tímar til umvælingar og framleiðslusteðg

· Minkar um vatn- og orkunýtsluna

· Økir virknaðin

· Tryggjar eitt hægri yvirskot í framleiðsluni

· Gevur fult yvirlit yvir vekt og góðsku á hvørjum einstakum fiski, sum fer gjøgnum maskinuna

· Hækkar góðskuna á vøruni

· Løtt og greið at brúka

· Tá orkuspill, framleiðslusteðgur ella feilur er á maskinuni, boðar alarmur frá á fartelefonini

2021-01-07T13:14:36+00:00
Go to Top