Privacy policy2022-10-06T08:11:20+00:00

Privacy Policy

Privatlívspolitikkur

Eirin hevur dátaábyrgd av upplýsingunum, sum vit savna um teg, og vit tryggja, at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar sambært reglugerini.

Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí viðtikið hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar

Kontaktupplýsingar

Um tú ynskir at venda tær til okkum viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú gera tað fylgjandi:

Eirin.spf

Undir Nesinum 14

FO-650 Toftir

Jco@eirin.fo ella +298 784070

Viðgerð av persónupplýsingum

Persónupplýsingar eru allar upplýsingar, sum á ein ella annan hátt kunnu vísa til tín. Um so er, at tú ikki ynskir, at vit viðgera hesar upplýsingar, kann tað gerast trupult at varðveita og halda møguligar avtalur.

Um tú ynskir at verða kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupplýsingar um teg:

Navn

Felag

Bygd/bý

Teldupostur

Tlf. nummar

Persónupplýsingar um kundar verða savnaðar til fylgjandi endamál:

Møguligt framtíðar samstarv ella keyp

Fyrisiting av tínum sambandi við okkum

Møgulig onnur ting

Hesar upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:

Heimildaða áhugamálið hjá felagnum, sum er at menna møguligt samstarv, ger tað neyðugt, at viðgera hesar persónupplýsingar, og felagið tryggjar, at heimildaðu áhugamálini ikki ganga fram um rættindini hjá skrásetta.

Upplýsingarnar verða goymdar so leingi, sum tað eftir reglunum er loyvið, og vit sletta tær, tá ið vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av hvørjir upplýsingarnar eru, og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar, viðvíkjandi kundum, slettaðar eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.

Upplýsingarnar hjá kundinum verða slettaðar 3 ár eftir at avtalan er enda.

Møguligir kundar

Um tú ynskir at gerast kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupplýsingar frá tær:

Navn

Felag

Búðstaður

Teldupostur

Tlf. Nummar

V-tal

Persónupplýsingar um kundar verða samlaðar til fylgjandi endamál:

Viðgerð av tínum keypi og okkara veitan

Fyrisiting av tínum sambandi til okkum

Hesar upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:

Viðgerðin verður gjørd grundað á, at ”hald eina avtalu” Vanlig keypsavtala

Upplýsingarnar verða goymdar so leingi, sum tað sambært reglugerðini er loyvi, og vit sletta tær, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjir upplýsingar eru og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum strikaðir, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.

Upplýsingarnar verða slettaðar 5 ár eftir at samskiftið er enda

Kundar

Um tú ynskir at verða veitari ella samstarvsfelagi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupp- lýsingar um teg:

Navn

Felag

Búðstað

Teldupostur

Tlf. Nummar

V-tal

Bank upplýsingar

Persónupplýsingar, um veitarar og samstarvsfelagar, verða samlaðar grundað á fylgjandi endamál:

Til viðgerð av okkara keypi/veitan

Fyrisiting av tínum sambandi við okkum

Hesar upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:

Viðgerðin verður gjørd grundað á, at ”hald eina avtalu” vanligt keypsavtala

Upplýsingarnar verða goymdar so leingi, sum tað sambært reglugerðini er loyvið, og vit sletta tær, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjar upplýsingar eru, og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi veitarum og samstarvsfeløgum strikaðir, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.

Eftir 5 ár verða upplýsingarnar slettaðar, um upplýsingarnar ikki eru grundaðar á onnur endamál

Veitarar og samstarvsfelagar

Tá ið vit móttaka eina starvsumsókn og fylgiskjøl, verða øll skjølini lisin, av tí ávísa leiðaranum, við tí endamáli, at svara og meta um innihaldið í sambandi við eitt ávíst arbeiði. Okkara lógarheimild til viðgerðina av umsóknini er ”heimildaðu áhugamál”.

Umsókn og fylgiskjøl verða deild víðari innanhýsis til persónar, sum eru í setannarbólkinum, og verða ikki víðarigivin til onnur uttanfyri fyritøkuna.

Persónupplýsingarnir, sum koma fram í setanartilgongdini, verða viðgjørdir við fylgjandi grundarlagi: heimilaðu áhugamál. (Tað eru áhugamálini hjá bæði felagnum og tí skrásetta, at persónupplýsingarnir verða viðgjørdir í samband, við setanartilgongdina).

Umsóknir og fylgiskjøl verða goymd, til rætti umsøkjari er funnin, og setannartilgondin er endað. Eftir hetta verða umsókn og fylgiskjøl hjá teimum ið ikki fingu starvi slettað.

Tá ið talan er um óbidnar umsóknir, verða umsókn og fylgiskjøl goymd í mestalagi 6 mánaðir, fyri síðani at verða slettað.

Um umsókn og fylgiskjøl verða goymd í meiri enn 6 mánaðir, skal biðjast um eitt nýtt samtykki frá umsøkjaranum.

Títt samtykki er sjálvboðið, og tú kanst til einahvørja tíð taka tað aftur við at venda tær til okkum. Nýt kontaktupplýsingarnar omanfyri, um tú ynskir fleiri upplýsingar.

Starvsumsóknir/

umsøkjarar

Trygd

Vit hava gjørt passandi tøknilig og fyriskipanarlig tiltøk ímóti, at tínir upplýsingar av tilvild ella ólóliga verða slettaðar, almmannakunngjørdar, burturblivnar, minka í virði ella at nakar óviðkomandi fær hendur á tær, verða misbúktar ella á ein ella annan hátt verða viðgjørdar í stríð við lógina. Dátuábyrgdarin tryggjar, at viðgerðin bert kann fara fram, tá ið allar dátutrygdarreglar verða fylgdar iflg. Dátuverndarlóginia § 7

Dátaminimering

Vit innheinta, viðgera og goyma bert persónupplýsingar, sum eru neyðugar í samband við at uppfylla okkara ásettu endamál. Harafturat kann tað verða lógargivið, hvat slag av data, er neyðugt at innheinta og goyma í sambandi við okkara handilsvirksemi. Tey ymisku økini av persónupplýsingum, sum vit viðgera, verða fastsett av tørvinum at uppfylla eina avtalu ella eina aðra rættarliga skyldu.

Aðrir upplýsingar um viðgerð

Víðarigevan av upplýsingum

Vit brúka fleiri triðjapartar til goymslu og viðgerð av dáta, herímillum veitarar av KT-loysnum. Hesi viðgera bert upplýsingar okkara vegna, og skulu ikki brúkast til egið endamál.

Vit brúka dátaviðgerðar úr EU ella tryggum triðjalondum, sum hava neyðugu trygdarviðurskiftini í ordan, umframt feløg í londum, sum kunnu veita nøktandi dátuverndartrygd.

Vit brúka Facebook og LinkedIN.

Eirin hevur eina Facebook síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar.Tú eigur at vera vitandi um, at Facebook savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Facebook síðuna hjá Eirin. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Facebook brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja. Her kanst tú lesa meira um cookiepolitik hjá Facebook

Eirin hevur eina LinkeIN síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar.Tú eigur at vera vitandi um, at LinkedIN savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar LinkedIN síðuna hjá Eirin. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og LinkedIN brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja. Her kanst tú lesa meira um cookiepolitik hjá LinkedIN

We’re in this together.

Dagført data

Okkara tænasta er treytað av, at tykkara dáta er rætt og dagført, og vit biðja tykkum upplýsa okkum um týðandi broytingar í tínum dáta. Tit kunnu nýta kontaktupplýsingarnar omanfyri, at siga okkum frá, um broytingar á hesum øki, so syrgja vit fyri, at dagføra tíari persónupplýsingar. Um vit sjálvi leggja merki til, at dáta ikki er rætt, dagføra vit upplýsingarnar og geva tær boð um hetta.

Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til, at fáa upplýst hvat dáta vit viðgera um teg, hvar tað kemur frá, og hvat vit brúka tað til. Tú kanst eisini fáa upplýst, hvussu leingi vit goyma tínar persónupplýsingar, og fáa at vita, hvør fær dáta um teg, í tann mun vit víðarigeva dáta í Føroyum og uttanlands.

Um tú biður um tað, kunnu vit upplýsa/geva tær dáta, sum vit viðgera um teg. Heimild kann tó verða avmarkað, um privatlívið hjá øðrum skal verjast, handilsloyndarmál og ólikamlig rættindi.

Um tú heldur, at persónupplýsingarnar, sum vit viðgera um teg, eru skeivar, hevur tú rætt til at fáa tær rættaðar. Tú skalt venda tær til okkum og upplýsa okkum um, hvar feilurin er, og hvussu tað kann rættast. Vit heita á teg, at verða neyvur um tínar umbidnu rættingar, ella kann tað gerast trupult hjá okkum, og tað kann í ávísum førum føra til, at vit ikki kunnu eftirlíka tínum rættingum.

Í summum førum, hava vit skyldu at sletta tínar persónupplýsingar. Tað geldur t.d., um tú tekur eitt eventuelt samtykki aftur. Um tú heldur, at tíni dáta ikki longur eru neyðug í samband við tað endamál, sum vit heintaðu tað til, so kanst tú biðja um at fáa tað slettað. Tú kanst eisini seta teg í samband við okkum, um tú heldur, at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar ímóti lógini ella øðrum rætsligum avtalum.

Tíni rættindi

Tú hevur rætt til at senda eina klagu til dátueftirlitið (www.dat.fo)

Dátueftirlitið

Tinganes

Postboks 300

FO-110 Tórshavn

Tlf.: (+298) 309100

Teldupostur: dat@dat.fo

Tú hevur rætt at nokta okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú kanst eisini nokta, at vit víðarigeva títt dáta til marknaðarføring. Tú kanst brúka okkara upplýsingar her ovast til at senda tína klagu. Um tín klaga er heimilda, syrgja vit fyri at steðga viðgerðina av tínum persónupplýsingum.

Tú hevur møguleika at gera brúk av dátaportabilitet, um so er at tú ynskir at tínir upplýsingar verða fluttir til ein annan dátaábyrgda ella dátaviðgera

Vit strika tínar persónupplýsingar, tá tey ikki longur eru neyðug til tað endamálið, sum tey vóru samlaði til.

Tá ið tú vendir tær til okkum, við eini áheitan um at rætta ella sletta tínar persónupplýsingar, kanna vit, um tú lýkur treytirnar, og so gera vit broytingarnar ella sletta dátaið so skjótt sum gjørligt.

Tú kanst brúka tíni rættindi við at venda tær til okkum. Okkara upplýsingar sært tú ovast í skjalinum

Go to Top